Fróðskaparsetrið: Erika Anne Hayfield, dekanur og granskari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, hevur útgivið nýggja vísindaliga grein, sum vísir, at tað er serstakliga torført hjá tilflytarum at gerast partur av føroyska samfelagnum.
Vøksturin í tilflytingini til Føroya hevur verið ómetaliga stórur bara hetta seinasta tíggjuáraskeiðið og hevur tikið landið á bóli. Samfelagið, sum er í broyting, er raknað við til ein nýggjan veruleika við fjølbroyttum íbúgvaraskara. Vantandi samfelagsliga fyrireikingin - saman við eini longu overvaðari og sera lítlari almennari fyrisiting – elvir til, at skipanirnar í Føroyum eru komnar undir trýst.
Lesið meira: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo