Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nógv fólk høvdu leita sær til borgarafundin í Reinsarínum 22. november, sum umboð fyri fimm grannaløg í Havn skipaðu fyri. Á skránni var býarskipan og borgaraluttøka, nú býráðið skipar fyri stórum broytingum í bygging og byggisamtyktum í miðbýnum. Fólk kenna seg ørkymlaði, tí tað gongur skjótt fyri seg, kunningin er lítil og ongin og borgaraluttøka er ikki eksisterandi. Óvist er eisini, um hetta veruliga er ein góð íløga í býin og um tað er til gleði fyri borgaran, fyri vinnuna, fyri ferðafólkini ella fyri føroyingar yvirhøvur.

Fólk eru góð við Havnina, so sum hon er. Havnin er egin. Nakað, sum íbúgvar, havnarfólk og ikki minst ferðafólk dáma og trívast við. Havnin er gamal høvuðsstaður, har slóðin eftir teimum nógvu, sum bygt hava býin við umhugsni og kærleika, sæst væl bæði í húsunum og millum húsini og eisini í hugnanum, sum miðbýurin enn hevur. Tað krevur langa tíð og gott vit og skil at skapa ein góðan bý, men er sera skjótt at bróta niður. Og tá tað góða er farið, so er tað farið og kemur ikki aftur.

Broytingar eru og hava verið í Havn til allar tíðir, men ongantíð so ógvusligar sum nú. Broytingarnar fevna um stóran part av miðbýnum, har ætlanin er at selja okkara almennu ognir, sum skapa lív og trivnað, og lata privatar fyritøkur byggja stór og tøtt háhús til íbúðir uttan bústaðarskyldu. Sera lítið er av almennari kunning, heldur ikki til teir borgarar, sum eru beinleiðis ávirkaði av byggingini. Tað tykist, sum ongin veit um avleiðingarnar. Ongar kanningar eru gjørdar um ljós, ljóð, larm, veður, vind, um ferðsluna og trivnaðin, nú býurin myrknar og tømist og nógv fleiri bilar væntandi troðka seg gjøgnum trongu gøturnar.

Stúrt verður fyri, at býurin broytist markant og at tað ikki verður til tað betra fyri borgaran. Fleiri av grannaløgunum hava sent hoyringsskriv um hesa byggiætlan, tí hon tykist forhasta og óskynsom. Hetta er onki nýtt, men ein afturvendandi trupulleiki, sum týðiliga kom fram á borgarafundinum, ikki minst tá orðið var frítt og fólk fingu høvið at greiða frá teirra egnu søgum.

Skráin á borgarafundinum var ætlað at kunna luttakararnar um álvaran í málinum og vísa á møguleikar at taka lut í tí, sum hendir í kommununi. Vegna grannafeløgini greiddi Katrina í Geil frá, hví skipað varð fyri hesum borgarafundinum. Tveir grannar til tvær av aktuellu verkætlanunum greiddu frá, hvussu lítið tey eru kunnaði, at tey ikki kenna seg hoyrd og hvussu ógvusliga byggingin kemur at ávirka tey beinleiðis og óbeinleiðis.

Fyri at fáa betri innlit í løgfrøðina handan býarplanlegging og borgaraluttøku, kom Ólavur J. Hansen, løgfrøðingur, at greiða frá rættindum og mannagongdum í slíkum málum. Hann greiddi frá lógarkørmunum innan byggiviðurskifti og vísti m.a. á, at freistirnar burdu tillagast vavið á byggimálinum, tí munur er á at byggja ein hjall og broyta ein gamlan og vælbygdan miðbý í eini handavending.

At enda greiddi Jóhann Mortensen, tíðindamaður, frá áhugabólkinum Havnarhugni. Hesin var stovnaður í 1948 við tí endamáli at hava gagnliga ávirkan á tað, sum broyttist í høvuðsstaðnum, at varðveita tað, sum var vert at varðveita og at venda tað nýggja inn á eina leið, sum kundi vera til gleði og gagns fyri allar borgarar og beina fyri tí, sum var til ógagns og óhugna. Mett var, at undirtøka nú er fyri at endurstovna áhugafelagið Havnarhugni og stig verða nú tikin til tað.

Nógvar og stórar broytingar og útbyggingar verða framdar runt um í kommununi og kring alt landið. Vit í grannaløgunum arbeiða fyri at fremja borgaraluttøku og nærdemokrati í kommununi og ætla aftur at skipa fyri borgarafundi fyrst í komandi árið. Vit vilja takka øllum teimum 140 grannum og borgarum, ið møttu á fundinum, eisini borgarstjóranum, fleiri býráðslimum og fólki frá umsitingini, sum vit fegnast um vóru til staðar. Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur á næsta fundi, har vit ætlandi fara longur inn í málið.

Vegna fyriskiparirnir av borgarafundi í miðbýnum í Havn, Katrina í Geil.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo