Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna: Ein kommuna við eini felags visjón hevur lættari við at fremja sítt arbeiði. Fyrisitingin hevur lættari við at skipa sítt arbeiði, borgarin veit hvønn veg kommunan fer og uttanhýsis áhugabólkar vita, hvat kommunan stendur fyri. Við tí í huga, fór býráðið í Vága kommunu undir tilgongdina at orða eina visjón fyri kommununa tey komandi tíggju árini.

Við Visjón 2032 ynskir býráðið í Vága kommunu, at borgarar, vinnulív og starvsfólk fáa eina greiða mynd av tí framtíð, sum vit arbeiða fram ímóti. Hetta er ein felags kós at halda okkum til, bæði í gerandisdegnum og í samband við langtíðar raðfestingar.

Okkara kommuna gerst ríkari, tá verandi borgarar trívast og nýggir borgarar velja at flyta higar. Kappingin um nýggjar borgarar er hørð við aðrar kommunur. Men tá vit sjálvi kenna okkara ferðamál, kunnu vit av álvara bjóða øðrum við á túrin komandi árini. Vit í Vága kommunu ynskja at taka okkum væl av nýggjum borgarum, so tey kenna seg vælkomnan og fáa holla kunning um viðurskiftini her vesturi. Tí er ein greið visjón eisini avgerandi í okkara samskifti úteftir.

Borgarar og vinnulív tikin við uppá ráð
Í fyrireikandi arbeiðinum hava vit tosað við áhugabólkar, umsiting, vinnu og feløg. Á tann hátt hava vit kortlagt væntanir og tørv hjá ymiskum bólkunum. Hetta hevur givið okkum eitt innlit í hvat borgarin, feløg og virkir vóna fer at henda komandi árini.

Við støði í hesum áhugamálum og væntanum hevur býráðið og umsitingin umrøtt, bjóða av og skapt eina mynd av eini samlaðari visjón fyri Vága kommunu til 2032. Visjónin lýsir eina kommunu, sum við støðufesti í staðbundnum jørðildi, hevur sett sær fyri at menna kommununa til tey krøv, ið vaksandi ættarliðið setur til trivnað og umstøður.

Visjónin hevur verið løgd fram fyri leiðarum og starvsfólkum sum starvast í kommununi, og er tíðin nú komin til at leggja visjónina fram fyri øllum okkara borgarum.

Tí verður kallað inn til borgarafund mikukvøldið 22. februar 2023 kl. 18.00. Fundurin verður í fimleikarahøllini á Giljanesi. Kommunan bjóðar kaffi/te og okkurt søtt afturvið. Møguleiki verður fyri at fáa eitt eintak av visjónini á fundinum. Aftaná fundin, verður visjónin løgd talgild á heimasíðuna hjá kommununi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo