Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Umhvørvisstovan: Fríggjadagin 25. oktobur verður borgarafundur um møguligt verndarøki í Skúgvoy.

Fundurin verður kl. 16.00 í skúlanum og er almennur.

Tað eru Skúgvoyar kommuna og hagastýrini í Skúgvoy, sum hava heitt á Umhvørvisstovuna um at verja oynna við heimild í Náttúruverndarlógini.

Á fundinum verður kunnað um tilgongdina, tá arbeitt verður við at gera eina verndarkunngerð, og hvussu fólk og aðrir áhugapartar kunnu veita upplýsingar, sum eru viðkomandi fyri skipan av verndini.

Skráin er hendan:

kl.

16.00  Vælkomin

16.05  Hví reisa verndarmál?

Umboð fyri stigtakarar

16.15  Verndarøki í Skúgvoy

Theresa Jákupsdóttir, náttúrumálsviðgeri, Umhvørvisstovan

16.50  Orðið er frítt

18.00  Liðugt

Drekka verður at fáa.

Sildberin fer av Sandi kl. 15.00, og úr Skúgvoy kl. 18.45.

Skúgvoyggin hevur serliga náttúru og er frammanundan eitt Ramsar-verndarøki við altjóða týdningi fyri fugl.

Í viðgerðini av eini møguligari náttúruvernd av Skúgvoy verður dentur lagdur á at hava eina tilgongd, har øll sjónarmið verða tikin við í viðgerðini av verndarøkinum. Tí verður m.a. skipað fyri almennum fundi.

Áðrenn endalig verndarkunngerð verður orðað, ger Umhvørvisstovan eina verndarætlan við týdningarmestu avleiðingunum, sum økisverndin kann væntast at fáa. Í hesum sambandi vil Umhvørvisstovan fegin hoyra frá øllum, sum hava eina vitan, sum kann hava týdning fyri verndina av Skúgvoynni.

Borgarar, stovnar, feløg, virkir og aðrir áhugapartar kunnu senda uppskot og viðmerkingar til Umhvørvisstovuna innan týsdagin 3. desembur 2024. Vinarliga skriva til us@us.fo ella til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, FO-165 Argir, Vernd, og viðmerk j.nr. 24/05287.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo