Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavn.fo: Borgarafundur verður á bókasavninum í skúlanum í Kollafirði týskvøldið kl 19. Fleiri áhugaverd mál og framløga er á skránni. Øll eru vælkomin.

Ein spennandi framløga verður um demografisku gongdina í Kollafirði. Ein serfrøðingur fer at vísa á og greiða frá demografisku gongdini í Kollafirði í mun til restina av landinum. Hvat merkir gongdin fyri eina bygd, sum Kollafjørð og hvat eru framtíðarútlitini?

Kunnað verður eisini um heitu kelduna á Lygnesi.

Síðan verður hugt at bústaðarmøguleikunum og útstykking í Kollafirði. Hugt verður at, hvørjar ætlanir kommunan hevur viðvíkjandi grundstykkjum í Kollafirði.

Eisini verður tosað um námsfrøðiligu tilboðini, skótahús, almennar trivnaðarumstøður v.m.

Botnavegur, Dagstovnurin, frítíðarskúlin og ungdómshúsið hava tørv á fleiri og nútíðarhóskandi hølum, so at til ber at savna alt virksemið. Haraftrat hevur skótafelagið ætlanir um at byggja skótahúsið út. Eisini er ynski um almenn høli og uttandura umstøður til trivnaðarlig endamál. Kommunan vísir á møguleikar.

Tosað verður um staðseting av eldradeplinum.

Aftaná er orðið frítt. Øll eru vælkokmin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo