Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Runavíkar kommuna: Borgarafundur verður hildin í Ítróttarhøllini á Skála týskvøldið hin 23. mai kl. 19. Einasta mál á dagsskránni er umrøða av dokkhøllini, sum skipasmiðjan MEST hevur ætlanir um at byggja á Skála.

Stutt fyri jól í 2015 søkti MEST um byggiloyvi til at smíða eina dokkhøll omanyvir turrdokkina á Skála. Í viðgerðini kom fram, at einasta tøkniliga forðingin í málinum var, at mest loyvda hædd í økinum var 6,5 metrar, hóast fleiri bygningar í økinum eru hægri enn hetta.

Tá ætlingin var at byggja góðar 40 metrar uppeftir, var greitt, at neyðugt var at broyta byggisamtyktina og møguliga býarplanin, um Runavíkar kommuna skuldi geva loyvi til byggingina.

Longu 19. og 20. januar 2016 taka Vinnu- og havnarnevndin og Byggi- og býarskipanarnevndin málið upp, og mæla til at Tekniska deild arbeiðir víðari við málinum.

Á býráðsfundinum hin 28. januar 2016 tekur Runavíkar býráð undir við tilmælunum frá nevndunum báðum. Í skrivi boðar borgarstjórin MEST frá hesum.

Í fyrstu atløgu var málið sent landsmyndugleikanum við umbøn um at broyta viðurskiftini soleiðis, at tað kundi byggjast uttan avmarking í hæddini. Hesum kundi Heilsu- og innlendismálaráðið ikki ganga á møti og í svarinum heldur Ráðið fyri, at ein stór høll við eini hædd uppá 50 metrar nærindis íbúðarøki er eitt so stórt inntriv, at tað má lýsast væl og virðiliga fyri borgarunum, eitt nú við myndum, sum vísa bygningin ymsastaðni frá á Skála og hinumegin fjørðin.

Somuleiðis mælir Ráðið til, at bygging omanfyri 15 metrar skal gerast samsvarandi serstakari byggisamtykt. Nevndirnar báðar taka undir við hesum, og tað ger býráðið eisini hin 23. Februar 2017.

Runavíkar býráð samtykkir á býráðsfundi í Skúlanum á Skála hin 27. apríl, at borgarafundur skal haldast um málið á Skála hin 23. mai 2017. Ætlanin við borgarafundinum er, at MEST sýnir fram hvussu ætlaða útbyggingin av Skipamiðjuni fer at taka seg út í eygunum á fólkinum, sum býr á Skála.

Høvið verður at gera viðmerkingar til framløguna, men ongin niðurstøða verður gjørd, tí ætlandi verður málið lagt fram fyri almenningin at gera skrivligar viðmerkingar til í 6 vikur, fyri síðani at vera viðgjørt av landsmyndugleikanum av nýggjum saman við møguligum viðmerkingum ella kærum.

Skráin:

Borgarstjórin bjóðar vælkomin og greiðir frá málinum.
MEST kunnar um málið samsvarandi krøvunum frá lands- og kommunala myndugleikanum
Kollslíð & Sverrisson spæla nøkur løg
Spurningar úr salinum og svar av pallinum

Bergur Poulsen verður orðstjórnari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo