Tilsamans 12,5 milliónir lógu eftir á botnlinjuni hjá partafelagnum Borg tá gjørt var upp í fjør - stívliga ein millión meira enn árið fyri.
Brottovinningurin vaks úr 52,3 til 53,7 mió kr og lønargjaldingarnar vuksu við eini góðari millión og endaðu á 34 mió kr. Starvsfólkatalið vaks úr 65 upp í 74.
Fíggjarstøðan javnvigar við 135,7 mió kr og eginpeningurin við árslok var 56,6 mió kr.
Rodmundur Nielsen er stjóri í Borg.
Hálvonnur millión krónur vórðu goldnar í vinningsbýti til felag hjá stjóranum, sum eisini er eigari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo