Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Borðtennissamband Føroya: Borðtennissamband Føroya hevur sett nýggjan ungdómslandsliðsvenjara. Talan er um Hall Thorsteinsson, sum frammanundan er væl kendur í føroyska borðtennislandslagnum eitt nú sum landsliðsleikari og ein av drúgvu monnunum í borðtennisfelagnum Tór í Havn.

Hallur er 32 ára gamal, og er - eftir fleiri ára lesnað í Keypmannahavn - nýliga fluttur aftur til Føroya, her Borðtennissamband Føroya nú fær gleði av honum, hesaferð í leiklutinum sum ungdómslandsliðsvenjari og mennari.

- Tað týdningarmesta fyri meg, er at skapa eina mentan, har ungir leikarar trúgva uppá seg sjálvar, og eru sinnaðir at leggja stóra orku í at gerast betri, sigur Hallur.

- Eingin kemur sovandi á eitt landslið, og hetta skal heldur ikki vera støðan, hóast vit eru ein sera lítil ítróttargrein samanborið við aðrar í Føroyum, leggur hann afturat.

- Leikarar, sum vilja umboða landsliðið, skulu vísa, at teir hava tað uppiborið, og teir skulu vera stoltir av at bera Merkið tá vit ferðast innanfyri og uttanfyri landoddarnar. Eg fari at krevja áræði, nærlagni og góðan ítróttaranda frá mínum leikarum, sigur Hallur Thorsteinsson.

Ungdómslandsliðið hevur longu havt sínar fyrstu venjingar hetta kappingarárið, og næstu mánaðirnar eru eisini venjingarlegur og kappingar á skrá í Danmark og Íslandi.

Umframt at taka sær av ungdómslandsliðnum, so fer Hallur at ferðast til feløgini kring landið at styðja teimum í at mennast og vaksa sum feløg.

Virknu feløgini eru í løtuni Tór í Havn, TBF á Tvøroyri og OYÍF í Oyndarfirði, men í næstum verður eftir ætlan eisini skipað borðtennis í Sandoynni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo