Booking.com hevur fingið boð frá kappingarmyndugleikunum í Spania at rinda eina bót á 413 milliónir evrur, skrivar tíðindastovan AFP.
Hetta svarar til yvir tríggjar milliardir krónur, og bótin kemst av, at pallurin sambært sponsku myndugleikunum hevur misnýtt sína ráðandi marknaðarstøðu í landinum á ymsan hátt, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo