Flogbóltssambandið: Í kvøld kl. 19 verður fyrsti dystur í steypakappingini hjá monnum spældur, tá Mjølnir og SÍ møtast í Badmintonhøllini í Klaksvík.
Lagt er upp til rimmar dyst, tí Mjølnir og SÍ eru ávikavist nr. eitt og tvey í landskappingini. Tað vóru eisini tey bæði, sum vóru í steypafinaluni í fjør, har Mjølnir vann 3-1.
Mjølnir spælir aftur leygardagin, tá Fleyr vitjar. Tá spæla eisini Ternan og ÍF á Toftum.
Øll fimm liðini í Føroya Tele-deildini eru í einum og sama bólki í steypakappingini, og spælt verður bert eina ferð móti hvør øðrum – altso ikki heima og úti.
Fýra tey bestu møtast so á stóra hálvfinaludegnum í Klaksvík 10. februar, har nr. 1 í bólkinum møtir nr. 4 í aðrari hálvfinaluni, og nr. 2 og 3 spæla í hinari hálvfinaluni.
Sjálv finalan í Bónus-kappingini verður tvær vikur seinni, 24. februar í Havn.
Allir dystirnir verða stroymdir í Televarpinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo