Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FBF: Dráttur - Fleyr 3-0 (25-18, 25-16, 25-22)

Bónus kappingin fyri kvinnur varð í dag serva í gongd høllini á Giljanesi, har tvey tey bestu liðini higartil í landskappingini - Dráttur og Fleyr - hittust. Talan var um dysti í bólki 2 í kappingini.

Hóast talan var um tvey tey sterkastu liðini higartil í ár, gjørdist dysturin ongantíð veruliga spennandi - kanska burtursæð frá miðskeiðis í 3. settinum. Styrkin hjá Drátti var ov eyðsýnd, samstundis sum Fleyr ikki veruliga megnaði at fáa sterkastu leikararnar í gongd.

Báðu megin netið vóru ein røð av landsliðleikarum, men Dráttur megnaði betur at brúka sínar styrkir. Her var tað serliga og sum vanligt Terezea Kerpcarova sum gekk á odda og vann flestar bóltar fyri Drátt. Umframt hetta leiktu Henrikka Jacobsen og Sissal Ellefsdóttir góðar dystir.

Fleyr var merkt av, at Anja Danielsen nýliga er komin aftur frá skaða og tí ikki var at sama stigi sum undan skaðanum. Hinvegin hevur liðið í seinastuni verið styrkt av, at Hanna Andriasdóttir Olsen er komin afturíaftur, og er hon við síni slagstyrki ein munandi styrki fyri liðið.

Næsti dysturin í Bónus kappingini fyri kvinnur verður í Bólki 1, har SÍ á heimavøllu leikar ímóti Ternuni. Tann dysturin verður týskvøldið kl. 19.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo