- Sambandsflokkurin hevur vent uppskotinum um gongd í haga á høvdið, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, tá ið VP spyr, um Sambandsflokkurin er farin inn at bjarga samgonguni ígjøgnum allar ósemjurnar, sum hava verið at hoyrt um seinastu tíðina og tað viðvíkjandi fleiri uppskotum.
- Bóndin kann nokta atgongd og taka pening.
- Eisini er gjaldið við komu til Føroya fjernað, sigur Bárður á Steig Nielsen í stutta svarinum.
- Sambandsflokkurin hevur víst samgonguni veg, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum, og vil ikki brúka orðið stuðul til samgonguna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo