Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bóndafelag Føroya: Høgni Hoydal, landsstýrismaður var gestur á aðalfundinum hjá Bóndafelagnum leygardagin. Í gestarøðu síni nevndi hann m.a., at landsstýrið vil gera eina skipan við lóg, ið verjir ta bestu landbúnaðarjørðina, so hon ikki verður tikin til onnur endamál. Í teimum førum tá landbúnaðarjørð kortini verður tikin til aðra nýtslu, skal fult endurgjald veitast.

Harafturat segði landsstýrismaðurin seg arbeiða við at javnstilla landbúnaðarvinnuna við aðra vinnu soleiðis, at festarar ikki longur skulu hefta persónliga fyri allari skuld hjá festinum – eisini aftaná teir hava latið festið frá sær. Somuleiðis helt landsstýrismaðurin at skipanin kring Búnaðargrunnin skuldi gerast einfaldari, so lættari verður at fáa fígging til nýskapandi virksemi. Ein skipan við almennum íløgustuðli eigur eisini at verða umhugsað, legði hann afturat.

Aðalfundurin viðgjørdi eisini onnur viðurskifti. Burtur úr rúgvuni kunnu nevnast umrøða av møguleikunum hjá bóndum at gerast partur av ferðavinnuni, føroysk framleiðsla av kraftfóðri og altjóða samstarv, sum tað kring Embla-virðislønina. Málið um gongd í haga, fekk hinvegin ikki nógva umrøðu á aðalfundinum.

Á nevndarvalinum var Sigert Patursson afturvaldur til formann og Eynar Martin Kjærbo til næstformann. Heini á Heygum var afturvaldur í nevndina.

Á myndini síggjast frá vinstru: Jóannes Patursson (tiltakslimur) Jóhan Jógvansson (nevndarlimur) Símun Gullaksen (nevndarlimur) Dánjal Petur Müller (nevndarlimur) Sigert Patursson (formaður) og Eynar Martin Kjærbo (næstformaður). Á myndini vænta Heini á Heygum (nevndarlimur) og Bjørn Kalsø (tiltakslimur)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo