Miðnámsrit er greinasavn, sum viðger námsfrøðiligar og fakligar spurningar um undirvísing, læring og eftirmeting.
Greinir í bókini grundgeva til dømis fyri, hvussu tað ber til, at:
- próvtalsjagstran oyðileggur læring
- sonevnd “akademikarabørn” hava fyrimun fram um “arbeiðarabørn” í uppgávuskriving
- munnliga próvtøkur kunnu samanberast við eydnuspæl
- samstarv – sonevnd toymisarbeiði – kann køva kreativitet
- uttanatlæra hevur verri orð á sær, enn hon átti at havt
Nógv hendir á miðnámi og á skúlaøkinum sum heild, ið hevur stóran áhuga fyri alt samfelagið. Tí verður hendan bókin givin út.
Olav Absalonsen og Tórður Johannesarson eru ritstjórar.
Forlagið Glasir gevur hana út.
Bókin er 100 síður til longdar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo