Sum nakað nýtt fara Hvalvíkar og Sunda bókasavn at skipa fyri einum felags tiltaki, “Bókasøvnini á ferð"
- Vit fara at hava eina áhugaverda kvøldsetu. Meiningin er at bókasøvnini ferðast runt til bygdirnar í kommununi við tiltøkum. Vit byrja í ár at hava eina kvøldsetu við Gjógv, sigur Vár Lamhauge frá Hvalvíkar bókasavni.
Tey sum eru við í tiltakinum hava øll tilknýtið til Gjógv.
Kvøldsetan verur í bygdarhúsinum við Gjógv‚ hóskvøldið 17. mai frá kl 19.00-21.00.
Tiltakið er ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo