Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í næstu viku kemur hetlendingurin og føroyavinurin John Goodlad til Føroya at hava framløgur um sína nýggju bók, sum hevur heitið The Salt Roads – How fish made a culture.

Hetta er onnur útgávan hjá Goodlad. Í 2019 gav hann út bókina The Cod Hunters. Ein bók, ið segði frá hetlendska sluppfiskiskapinum í Norðuratlantshavi í 19. og 20. øld, og sum nógvir føroyingar ognaðu sær, tá Goodlad sama ár vitjaði í Føroyum og hevði framløgur ymsastaðni í landinum.

Evnið í nýggju útgávuni er aftur fiskivinnusøga, men sum heitið sipar til, leggur Goodlad seg nú eisini eftir at lýsa, hvussu saltaður fiskur – tvs. klippfiskur og saltsild - bleiv ein týðandi partur av kostinum í Evropa, og hvussu hetta skapti sambond suður á Iberisku hálvoynna og eystur í jødiskar býlingar í Póllandi og Russlandi.  Eins og í The Cod Hunters verða Føroyar nógv umrøddar í nýggju útgávuni.

The Salt Roads kom út í september 2022 og hevur fingið góða móttøku. Bókin er umsett til hollendskt og kemur út á koreanskum í næstum.

Bókaframløgurnar verða skipaðar sum samrøður við høvundin og verða hesar dagar:

► Mikudagin 16. august klokkan 17 á Fiskastykkinum í Sandavági saman við Jóan Paula Joensen

► Hósdagin 17. august klokkan 17 í ovaru hædd í Müllers pakkhúsi í Havn saman við Jóan Paula Joensen

► Fríggjadagin 18. august klokkan 17 í Bókasavninum við Løkin saman við Magna Arge og Erlingi Isholm

John Goodlad, sum eftir eitt virkið lív í fiski- og alivinnuni nú fæst við at ráðgeva bretskum og altjóða fiskivinnufelagsskapum, luttekur eisini á Sjómannadegnum í Klaksvík leygardagin 19. august. Tá fer hann at hava fyrilestur um burðardygd, veðurlagsbroytingar og aðrar avbjóðingar hjá fiskivinnutjóðum.

Hetta verður lýst í skránni hjá Sjómannadegnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo