BirkBloggur: So eru bókadagar byrjaðir við stuttsøguupplestri í gomlu handilshúsunum hjá Katrinu Christiansen í Bringsnagøtu, har William Heinesen varð borin í heim í 1900.
Hetta er besti máti at uppliva livandi skaldskap saman við øðrum. Sum at fara í biograf og verða einsamur - saman - men her við ti livandi orðinum, munn av pappíri og upp í oyrað.
Urd Johannesen skipaði fyri undir heitinum Sjeystjørnur, fyri at referera til húsið og kendasta skald í býnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo