Í døgunum 26. og 27. november verður Norðurlandahúsið karmur um stórt alment tiltak við kjaki, framsýningum, bókasølu og nógvum øðrum spennandi fyri allar aldursbólkar – alt við støði í skrivaða orðinum.
Partur av húsinum verður innrættaður til børnini við søgum, spølum og øðrum stuttleika. Bókadagarnir eru eitt samstarv millum Norðurlandahúsið, Rithøvundafelagið og føroysku útgávufeløgini og eru ætlaðir viðurkendum eins væl og spírandi høvundum úr Føroyum og norðurlondum, tíðindafólki og øllum, ið hava hug at skriva og lesa.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo