Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Fróðskapur: Í okkara tíð er øllum kunnugt, at vit uppliva eitt stórt tap av staðbundnum staðarnøvnum í munnliga siðaarvinum.

Innan fyri sløk 100 ár er íbúgvaratalið í Mykinesi minkað við 150 fólkum. Í oynni eru í dag 17 fólk fastbúgvandi. Hetta hevur stóra avleiðing fyri staðarnøvnini. Tað eru færri og færri, sum brúka tey. Meginparturin av nøvnunum verður ikki brúktur eins og hann bleiv fyri 50 árum síðan. Hetta hevur so við sær, at fleiri nøvn hvørva.

Siðbundin staðarnavnagransking hevur í høvuðsheitum snúð seg um at granska einstøk staðarnøvn og einstakar bólkar av orðum. Nøvnini hava fyrst og fremst verið granskað sum leksikalsk og mentanarsøgulig minnir um mál og livandi talumál. Í hesi kanning av staðarnøvnum er evnið ikki støk nøvn, men at lýsa tey meira enn 1500 staðarnøvnini í Mykinesi, sum tað hevur borið til at staðfesta.

Steingrim Abrahamsen er cand.mag. í týskum og føroyskum. Hann var lærari við Eysturoyar Studentaskúla 1984 – 2018, og hevur eisini undirvíst á Føroya Læraraskúla og á Føroya Handilsskúla. Hann er ættaður úr Mykinesi og hevur havt tætt og nógv samband við heimildarfólk um staðarnøvnini í oynni. Tað er teimum og góðum stuðlum fyri at takka, at staðarnøvn í Mykinesi nú eru komin út í bók.

Bókin vendir sær bæði serliga til fólk við tilknýti til Mykines og til fólk við áhuga fyri føroyskum staðarnøvnum, føroyskum máli og føroyskari náttúru.

Bókin er 202 blaðsíður við nógvum myndum. Permumyndina hevur Óli Reynskor tikið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo