Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í farnu viku, leygardagin 15. februar hevði Havnar Handverkarafelag veitslu, nú tað 12. februar í ár vóru 70 ár liðin, síðan felagið varð stovnað.

Havnar Handverkarafelag hevur eisini í sambandi við føðingardagin givið út bók, Havnar Handverkarafelag 70 ár, sum Erhard Jacobsen hevur skrivað. Fyrra bindið av tveimum er útkomið, og tað seinna kemur seinni í ár.

Áðrenn felagið varð stovnað 12. februar í 1950, vóru handverkarar í Havn limir í arbeiðsmannafelagnum, men skipaðu seg í 1940'unum fyrst í eina handverkaranevnd og síðan í mai 1948 í eina sjálvstøðuga handverkaradeild í arbeiðsmannafelagnum, til handverkararnir umsíðir valdu at stovna sítt egna felag.

Í tí fyrra bindinum, sum fevnir um árini til 1979, verður greitt frá forsøguni, áðrenn Havnar Handverkarafelag var stovnað, og síðan frá teimum fyrstu 30 árunum í søguni hjá felagnum.

Eitt tað fyrsta, nýstovnaða felagið fór undir, var at fáa limunum sáttmála við Havnar Handverksmeistarafelag, og tað eydnaðist í 1951. Havnar Handverkarafelag hevur annars øll árini lagt dent á at tryggja limunum rímilig lønar- og starvskor. Harumframt hevur tað havt stóran týdning at verja sjálvt handverkið, so at tað bara verður útint av teimum, sum hava staðið í læru og fingið læru- ella sveinaprógv. Eitt annað mál var at fáa allar handverkarar og seinni eisini serarbeiðarar í Havn til limir í felagnum.

Handverkarafelagið fekk álitisfólkaskipan í 1956 og um somu tíð skaðagrunn, so at limir kundu fáa løn í 14 dagar, gjørdust teir óarbeiðsførir. Fyrst í 1970’unum tók felagið saman við Havnar Handverksmeistarafelag stig til at stovna sjúkragrunnin Bata.

Lærlingafeløg hava verið sett á stovn nakrar ferðir, og í hesi bókini verður greitt frá tiltøkunum hjá hesum feløgunum at fáa betri læriumstøður og at fáa lærlingalønina upp.

Havnar Handverkarafelag húsast nú í stásiligum húsum í Stoffalág.

Eftirlønargrunnur Havnar Handverkarafelags var stovnaður í 1999 og er í tveimum, ein samhaldsfastur partur og ein persónlig kapitalpensjón. Grunnurin fevnir um bæði sveinar og lærlingar.

Bókin um Havnar Handverkarafelag verður latin limum felagsins, men er eisini at fáa í bókhandlunum.

Hetta fyrra bindið um søguna hjá Havnar Handverkarafelag er 454 síður.

Erhard Jacobsen hevur áður skrivað bókina Stríð leikar ár. Føroya Handverkarafelag 60 ár. 1957 - 2017.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo