Fróðskaparsetrið: Í Mariehamn í Álandi er forvitnislig bók komin út um sjálvstýrisrørslur í Norðurlondum. Bókin er vígd minninum um Kára á Rógvu, doktara og professara á Fróðskaparsetrinum, sum doyði fyri knøppum ári síðani.
Bókin eitur Självstyrelser i Norden i ett fredsperspektiv – Färöarna, Grönland og Åland, og Kári hevur skrivað grein við heitinum “Revideringar av självstyrelselagstiftningen för Färöarna”.
Tvær greinir eru í bókini um føroysk viðurskifti. Hina hevur Lise Lyck, CBS, skrivað um “Færøernes konstitutionelle status efter Anden Verdenskrig med hovedfokus på de økonomiske begivenheder i de senere år”.
Ritstjórar eru Sia Spiliopoulou Åkermark, doktari og stjóri á álendska friðarstovninum, og Gunilla Herolf, doktari og granskari á altjóða svenska friðargranskingarstovninum í Stockholm, SIPRI.
Norðurlandaráðið og Álendski friðarstovnurin hava givið bókina út í 2015.
Bókin kann lesast her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo