Stóri altjóða felagsskapurin fyri heilsutøkni, HIMSS, hevur latið Boga Eliasen heiðurslønina Future 50 International Achievement Award. Virðislønin varð latin Boga í Orlando í Florida í gjár fyri slóðbrótandi arbeiði á økinum.
Bogi Eliasen varð í fjør tilnevndur sum ein 50 teimum týdningarmestu slóðarunum í Evropa innan heilsutøkni, og virðislønin í ár varð latin fyri at vera tann týdningarmesti av teimum 50.
Bruce Steinberg, stjóri í HIMSS, sigur í tíðindaskrivi, at heilsuøkinum tørvar fólk, sum byggja brýr millum ymsar geirar og eru við til at menna felags stev á økinum. Bogi Eliasen er ein, sum byggir brýr.
- Arbeiðið, hann hevur framt á Instituttet for Fremtidsforskning at skapa ein karm fyri framtíðar heilsu í Norðurlondum og kanska øllum heiminum við, hevur uppiborið viðurkenning og stuðul, sigur hann.
HIMSS staðfestir í tíðindaskrivi, at Future 50 International Achievement Award verður latin honum, sum hevur víst týðandi leiðslu og slóðbrótandi íkast seinasta árið innan heilsutøkni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo