Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroysku bogaskjúttarnir, sum eru úttiknir at kappast undir Merkinum á Oyggjaleikunum á Guernsey í næsta mánað, vóru seinasta vikuskifti savnaðir á venjingarlegu í Danmark. Úr vinstru eru tað Jógvan Niclasen, compound, Bárður Magnusson, recurve, Nikkel Petersen, compound, Fróði Heri Poulsen, formaður í Bogaskjótisambandi Føroya, Absalon Hansen, recurve, Hans Bogi Ellefsen, recurve, Jóannes Poulsen, compound, Hans Petur Højgaard, recurve, Sógerð Henriksen, recurve, og Helena við Misá, compound. Compoundskjúttin Sámuel Petersen var ikki við á venjingarleguni og vantar tí á myndini

Landsliðsvenjararnir Martin Damsbo og Søren Ipsen vóru væl nøgdir við tað, teir sóu á venjingarleguni. Martin Damsbo byrjaði sum venjari hjá compoundskjúttunum tíðliga í fjør heyst, men recurve-venjarin Søren Ipsen er gamal í garði í føroyskum bogaskjótihøpi, og hann vandi eisini føroysku recurveskjúttarnar til Oyggjaleikirnar á Gotlandi í 2017

BSKF, Bogaskjótisamband Føroya: Miðalstøðið hjá føroysku bogaskjúttunum er, sum tá bogaskjóting seinast var á skránni á Oyggjaleikunum, og Føroyar vunnu samanlagt.

Men einstakir skjúttar hava væl og virðiliga sett met í mun til tá. Átta menn og tvær kvinnur fara at kappast í bogaskjóting á Oyggjaleikunum á Guernsey í næsta mánað.

Føroysku bogaskjúttarnir eru spentir upp á Oyggjaleikirnar, sum verða á bretsku kanaloynni Guernsey í døgunum 8. – 14. juli, tí grundarlag skuldi verið fyri góðum úrslitum.

Úttøkukappingar til Oyggjaleikirnar á Guernsey vóru í apríl, og tá blivu einstaklingametini frá Oyggjaleikunum á Gotlandi í 2017 sett bæði í recurve og í compound.

Í recurve setti Hans Petur Højgaard úr bogaskjótifelagnum Ørvi í Eysturoynni metið í tí fyrstu úttøkukappingini við 1155 stigum ímóti teimum 1144 stigunum, sum føroyski Oddmar Nielsen vann gull við á Gotlandi.

Í compound settu Nikkel Petersen og Jóannes Poulsen, báðir úr Ørvi, metini frá 2017 ikki minni enn tvær ferðir í part. Í tí fyrstu úttøkukappingini fingu teir báðir ávikavist 1349 og 1342 stig og í tí seinastu ávikavist 1373 og 1347 stig. Føroyski Albert Dam fekk 1317 stig, tá hann vann gull í compound á Oyggjaleikunum á Gotlandi í 2017.

Úrslitini boða frá góðum, tó at tað sannlíkt onkursvegna fer at merkjast hjá kvinnunum – og í samlaða heiðursmerkjaskurðinum – at compoundskjúttin Anja Eydnudóttir ikki verður við á Guernsey í næsta mánað. Hon vann nevniliga gull í øllum, sum vinnast kundi í compound á Gotlandi.

Átta menn og tvær kvinnur eru í føroyska hópinum, sum fer at kappast á Guernsey. Hópurin sær soleiðis út:

Recurve:
Hans Petur Højgaard (Ørvur)
Hans Bogi Ellefsen (Vágaskot)
Bárður Magnusson (Vágaskot)
Absalon Hansen (Tambar)
Sólgerð Henriksen (Vágaskot)

Compound:
Jóannes Poulsen (Ørvur)
Nikkel Petersen (Ørvur)
Jógvan Niclasen (Tambar)
Sámuel Petersen (Ørvur)
Helena við Misá (Ørvur)

Seinasta savningin
Seinasta vikuskifti vóru skjúttarnir á venjingarlegu í Danmark, fyrsta dagin á skjótibreytini hjá Køge Bueskyttelaug í Køge og teir báðar seinnu dagarnar á skjótibreytini hjá Lyngby Bueskyttelaug í Lyngby.

Venjingarlegan var seinasta ferð áðrenn Oyggjaleikirnar, at føroysku bogaskjúttarnir vóru savnaðir saman við landsliðsvenjarunum

Søren Ipsen, recurve, og Martin Damsbo, compound.

Teir báðir venjararnir vóru væl nøgdir við tað, teir sóu.

Søren Ipsen vandi eisini recurve-skjúttarnar til Oyggjaleikirnar í 2017.

- Miðalstøðið nú er tað sama sum tá, so grundarlag er fyri góðum úrslitum. Nú krevst góð fyrireiking og ikki minni mental venjing, tí vit vita, at tann mentala støðan vigar mest, helst meira enn 90 prosent, tá tú skalt skjóta teir avgerandi pílarnar í týðandi kappingum, segði hann, tá venjingarlegan var um at vera av.

Eisini Martin Damsbo, sum hevur vant teir føroysku compound-skjúttarnar síðan tíðliga í fjør heyst, var nøgdur, og hann gav sær serliga far um áræðið hjá føroysku skjúttunum.

- Eg segði við meg sjálvan, tá eg seint í fjør summar varð spurdur um at venja føroysku landsliðsskjúttarnar til Oyggjaleikirnar, at tað tímdi eg bara, um skjúttarnir sjálvir bæði tímdu og vildu brúka neyðugu orkuna og tíðina upp á at blíva betri. At áræði ikki er ein trupulleiki, fekk eg skjótt váttað, og eg síggi tað eisini nú. Beint áðrenn venjingarleguna tók Jóannes Poulsen til dømis lut í einari kapping í Kroatia, men sjálvt um hann tískil sjálvandi var móður, so kom hann beinleiðis úr Kroatia og higar at vera við á venjingarleguni.

- Afturat hava allir skjúttarnir hetta, at teir eru ikki nøgdir, um teir hava skotið eitt gott umfar, men vilja altíð royna, um teir ikki kunnu gera tað enn betur. Her á venjingarleguni hevur tað í mestan mun snúð seg um trimma bogarnar og stilla siktini, men eg havi eisini staðfest, at styrkin hjá skjúttunum er í lagi, so nú snýr tað seg meira um fínpussing og nógva skotvenjing.

- Tú fært tó ikki meg at geva nakað boð upp á, hvussu tað fer at hilnast á Guernsey, tí í compound vita vit, at ein einstakur miseydnaður pílur kann oyðileggja alt, segði Martin Damsbo.

Landsliðsvenjararnir Martin Damsbo og Søren Ipsen vóru væl nøgdir við tað, teir sóu á venjingarleguni. Martin Damsbo byrjaði sum venjari hjá compoundskjúttunum tíðliga í fjør heyst, men recurve-venjarin Søren Ipsen er gamal í garði í føroyskum bogaskjótihøpi, og hann vandi eisini føroysku recurveskjúttarnar til Oyggjaleikirnar á Gotlandi í 2017

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo