Bogaskjótibamband Føroya hevur sett tríggjar danskar venjarar til at venja landsliðið, sum skal til Oyggjaleikirnar.
Hetta eru stórar kanónir í danskari bogaskjóting.
Talan er um Martin Damsbo, Eriku Damsbo, og Søren Ipsen.
Hetta vikuskiftið er venjingarlega hjá Bogaskjótifelaginum Tambar í Tórshavn.
Tað verða hildnar venjingarlegur nøkur vikuskifti fram til Oyggjaleikirnar í 2023.
Millum venjingarlegurnar venja skjúttarnir í feløgunum, í samráð við venjararnar.
BSKF miðar seg eftir at endurtaka góða úrslitið bogaskjótingin fekk seinast á Oyggjaleikunum.
Næsta vikuskifti verður farið undir venjaraskeið fyri bogaskjúttar, og fyrsta skeiðið verður í Runavík.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo