Enn er ikki eitt ár síðan vit høvdu ta stóru gleði her á Sandoynni, at tunnil varð gjørdur undir Skopunarfirði!
Næsta týðandi takið varð síðan at gera tunnil millum Sandoynna og Suðuroynna. So er stórur partur av Føroyum samanbundin.
Men sum eg skilji, so er politiska skipanin og Tunnilsfelagið samd um, at arbeiðið við tunlinum verður fyrireika og gjørt, tá allar fortreytir eru góðtiknar samtyktar.
Men fyri at sleppa undan persónligum trupulleikum, so hevur Tunnilsfelagið lagt uppgávuna um vegaføring til Landsverk, tí við ætlanini um at fara eystur ímóti Skarvanesi at byrja tunnilin, so kemur hetta av hava óbótaligan skaða fyri náttúruna og fólkið á Sandi!
Okkum er kunnugt, at hetta er ein sera stór íløga fyri Føroyar. Um hetta er bíligasta loysnin, heldur enn af fara av Salthøvda og suðureftir, havi eg ikki skil fyri, men uppi á landi má tað vera skilabest at fáa bestu loysnina í mun til farleiðina til Sandoyartunnilin.
Avvarðandi myndugleikar eiga at skipa so fyri, at gleðin hjá Suðuroyingum við tunlinum ikki gerst eitt sár í gleðina hjá Sandingum!
Samlaði kostnaðurin eigur ikki at vera treytaður av, hvussu nógv verður oyðilagt á Sandi, ella ikki!
Eyðun Mohr Viderø
03.12.2024
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo