Ein hin virðismesti eginleikin hjá einum leiðara er at savna evnaríkar starvsfelagar um seg
- Norman A. Augustine

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað síðstu tíðina havi eg lagt til merkis, at ónøgdin á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu bara veksur. Vit hoyra foreldur, námsfrøðingar og leiðarar rópa varskó, tí nú er grensan rokkin. Vit hoyra politikkarar og onnur sum royna at forsvara seg, hóast at tað er teirra ábyrgd at syrgja fyri, at børnini í kommununi hava góðar karmar at vaksa upp í.

Tey smáu børnini, sum eru offrini í hesum, hava ikki møguleika at siga frá, tó so at tað eru nøkur børn, sum ikki vilja á stovn.

Í dagstovnalógini stendur m.a.:

Endamál

§ 2. Endamálið við námsfrøðiliga arbeiðinum á dagstovninum og dagrøktini er:

-          við umsorgan, í tryggum og barnavinarligum umhvørvi, at menna og menta børnini á fullgóðan hátt 

Um hugt verður inn á heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu, so stendur um Lonirnar í Hoydølum: Vit eru ein nýggjur móttøkudagstovnur, hetta merkir, at her ganga børn í styttri tíðarskeið, inntil tey finna pláss á øðrum dagstovnum í kommununi.

Tað er soleiðis við børnum, eins og við vaksnum, at tað tekur tíð at uppbyggja relatiónir, og at fáa børnini at venja seg við nýtt stað og fólk. Tá børnini so eru tilknýtt staðið, sum bert er eitt móttøku stað, ja so skulu tey flytast til tað næsta staðið, har tey skulu byrja av nyggjum, við at skapa nýggjar relatiónir v.m.

Vit hoyra um skiftandi starvsfólk, sum eru um børnini og manglandi starvsfólk, alt hetta er við til at skapa ótryggleika bæði fyri børn, foreldur og starvsfólk. Hetta hevur ávirkan á menningina hjá børnunum. Spurnartekin kann setast við hvat vit hava lógir til?

Vaksa børnini í Tórshavnar kommunu upp í tryggum og barnavinarligum umhvørvi?

Hvør er tað, sum tekur hesar avgerðirnar fyri børnini?

Skal bólturin nú aftur kastast víðari?

Nú er dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu, fari so langt av sporinum, at man kann byrja at seta spurnartekin við fakligheitina hjá kommununi.

Hvussu kunnu tit bjóða børnunum hetta?

Hví byggja tit ikki nýggjar stovnar í staðin fyri at byggja út, so børnini eru har sum tey skulu verða frá byrjan?

Hava tit hugsa um hvussu stóra ávirkan tað hevur á stovnarnar at tit byggja teir út?

Nú má hugsast um børnini fyrst og fremst!

Við vón um eina betri framtíð fyri børnini.

Birita Arge

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo