Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Eins og í øðrum skúlum kring landið er eingin vanlig skúlagongd í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík, men hóast so er, er nógv virksemi á skúlabókasavninum. Foreldur at næmingunum í ymsu árgangunum hava høvi at koma í skúlan ávísar tíðir í vikuni eftir bókum til børn síni og við bókum, sum børnini hava lænt. Alt er sjálvandi gjørt eftir forskriftum, sum heilsumyndugleikarnir hava ásett við at halda neyðuga frástøðu, at ikki vera fleiri í tali í sama rúmi í senn, og at tað verður væl og virðiliga sprittað við komu og fráferð.

 

- Vit hava gjørt eina skipan, har tíðir eru settar til foreldrini at koma í skúlan. Lærararnir stýra skipanini, soleiðis at lagt verður uppfyri, at tað ikki koma fleiri í senn. Ein lærari er hjástaddur at hjálpa foreldrunum at finna bøkur fram, og skúlabókavørður er eisini hjástaddur, so alt verður farið rætt fram, og bøkurnar verða skrásettar, sigur Birna Gaard, skúlabókavørður í skúlanum.

 

Bøkurnar, foreldrini koma eftir, eru bøkur til frílesingarløturnar heima. Í flestu flokkum fáa næmingarnir ein heimasetning at gera hvønn dag, umframt ymiskt at lesa.

 

Les meira

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo