Heilsumálaráðið: Í dag er altjóða dagur móti tubbaki. Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur boðað frá, at málið er, at árgangirnir hjá børnum og ungum, sum eru fødd í 2015 ella seinni, skulu vera roykfríir, og tey skulu ikki nýta aðrar tubbaks- ella nikotinvørur.
Nýggj roykilóg, fyribyrgjandi átøk og avvenjingartilboð á veg
Roknað verður við, at umleið 130 føroyingar doyggja árliga av roykitengdum sjúkum. Harafturat kemur talið á føroyingum, sum árliga fáa staðfest ymiskar sjúkur, sum stava frá royking. Hesi andlát og sjúkutilburðir kundu verið fyribyrgdir, um fólk ikki royktu.
Kanningin, “Hvussu hevur tú tað?”, sum Heilsustýrið gjørdi í 2023 vísti, at 18% av føroyingum roykja dagliga. Afturat hesum koma tey, sum ikki roykja dagliga, roykja e-sigarettir og snúsa.
- Hesi tøl eru alt ov høg. Tí er tað okkara skylda at seta munadyggari tiltøk í verk at fyribyrgja sjúkum og andlátum, sum standast av m.a. royking. Serliga týdningarmikið er at tryggja børnum og ungum rættin til at liva og virka í royk- og nikotinfríum umhvørvum. Týdningarmikið er at tryggja øllum rætt til at liva og virka í einum umhvørvi, sum ikki er heilsuskaðiligt, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Tiltøkini, sum fara at verða sett í verk, fevna bæði um eina nýggja roykilóg, fleiri fyribyrgjandi tiltøk og avvenjingartilboð, sum eggja fólki at leggja av at roykja ella brúka aðrar nikotin- og tubbaksvørur”.
Í nýggju roykilógini og tiltøkunum verður høvuðsdentur lagdur á, at:
-
Fyribyrgja at børn og ung byrja at roykja ella nýta aðrar tubbaks- og nikotinvørur.
-
Tryggja, at royking v.m. ikki er partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum.
-
Tryggja støðugt fleiri roykfrí umhvørvi.
-
Skipa tilboð um roykiavvenjing til tey, sum ynskja at leggja av at roykja ella snúsa.
Lógaruppskotið verður væntandi lagt fyri Løgtingið í desember í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo