Í kvøld verður stóra landsinnsavningin hjá Reyða Krossi og runt um í Føroyum hava fleiri gjørt sítt til at stuðla.
Suðuri í Vági hava næmingar og lærarar í 1.-3. flokki vitjað ymsastaðni í bygdini og givið fólki møguleikan at stuðla, samstundis sum næmingarnir hava sungið.
Sangur fyllir nógv í Vágs skúla og umframt at hava stuðlað Reyða Krossi í tí arbeiði tey gera, so eru tey í dag eisini við til eina heiðurskonsert í Vágs kirkju.
Næmingarnir vóna at fleiri gera eins og tey og brúka møguleikan at stuðla tí arbeiði Reyði Krossur ger.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo