Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Børge Petersen droymir um greipuna, og at fáa KÍ í eitt evropeiskt bólkaspæl - Mynd: Hans Erik Danielsen

Børge Petersen droymir um greipuna, og at fáa KÍ í eitt evropeiskt bólkaspæl - Mynd: Hans Erik Danielsen

Børge Petersen droymir um greipuna, og at fáa KÍ í eitt evropeiskt bólkaspæl - Mynd: Hans Erik Danielsen

Grein úr Fótbóltsblaðnum 2022: – Málið er eitt bólkaspæl í Evropa. Tað trúgva vit uppá og tað ætla vit okkum. Sjálvandi fara vit eisini eftir at vinna bæði FM og Løgmanssteyðið, sigur 19 ára gamli miðverjin, Børge Petersen.

Klaksvíkingar vóru einaráðandi í landskappingini í fjør og vunnu sannførandi. Aftur í ár hevur verið stór útskifting í KÍ, og hópurin er ikki líka breiður, sum hann var í fjør. Men Børge ivast ikki í, at ársins útgáva av KÍ verður minst líka sterk, sum í fjør.

– Vit eru øgiliga sterkir aftur í ár. Tað hevur sjálvandi verið nakað av útskifting í hópinum, men teir spælararnir, ið vit hava fingið knýtt at hópinum, eru góðir. Vit verða heilt sikkurt á sama støði í ár. Árið í fjør var sjálvandi nakað serligt, tí vit taptu bara ein dyst í landskappingini, og seta met fyri flest skotin mál, so eg veit væl, at tað verður torført at gera tað sama aftur í ár.

Kappast við landsliðsmiðverjuna
Stinni miðverjin fekk av álvara smakka til besta liðið hjá klaksvíkingum í fjør. Umframt nógvar minuttir í Betri Deildini, so vísti Børge sínar dygdir á U21 landsliðnum, har hann hevur verið fastur fúsur í verjuni.

Men tað krevst hart arbeiði fyri at vinna sær fast pláss í verjuni hjá KÍ, tí í løtuni eru tað landsliðsmiðverjarnir, Odmar Færø og Heini Vatnsdal, ið Børge skal kappast við.

– Odmar og Heini eru tveir góðir miðverjar, sum hava nógvar royndir. Tað er ein torfør uppgáva at kappast ímóti teimum. Eg havi allíkavæl roynt at tikið av møguleikanum, tá eg havi fingið hann.

– Men eg havi tol. Og eri takksamur fyri, at eg kann verða partur av einum slíkum hópi, sum vit hava.

Børge Petersen er ein av lokalu spælarunum, sum er komin inná besta liðið meðan Mikkjal Thomassen hevur veirð venjari.

– Mikkjal er eitt fótbólts-flogvit, sum eg havi lært nógv av. Eg læri allatíðina, og eg veit, at mín møguleiki nokk skal koma. Eg skal bara verða tilreiðar at taka av møguleikanum tá hann kemur.

Droymir um landsliðið
Hann hevur vunnið sær fast pláss á U21 landsliðnum, og hevur avrikað væl har. Men dreymurin hjá Børga er, at sleppa at umboða A-landsliðið.

– Tað hevur altíð verið ein dreymur at sleppa á landsliðið. Eg fari at kempa og geva alt fyri, at tann dreymurin kann ganga út. Tað er tað størtsa hjá einum fótbóltsspælara – at umboða sítt land, sigur ungi klaksvíkingurin, ið ætlar sær enn fleiri minuttir á vøllinum fyri KÍ í ár.

Fótbóltsblaðið 2022 fæst ókeypis á øllum EFFO-støðunum kring landið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo