Týskvøldið, 1. mars, kl. 19.30 skipar Vesturkirkjan fyri gudstænastu fyri teimum neyðstøddu í Ukraina.
Vit biðja fyri friði og framtíð fyri tað ukrainska fólkið og øllum teimum, sum eru rakt av krígnum.
Heri J. Joensen, Bergur D. Joensen og Derhard Jógvansson taka lut.
Jens Marni Hansen framførir við sangi og spæli.
Høvi verður at fáa eina samrøðu
Drekka verður aftaná.
Øll eru vælkomin!
Prestarnir
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo