Eitt Boeing 737-800-flogfar sum í dag fleyg frá San Francisco til Medford í Oregon, vísti seg at vanta eitt panel, upplýsur United Airlines.
Flogfelagið varnaðist at panelið vantaði, tá ið flogfarið var parkerað.
– Vit fara at gera eina neyva kanning av flogfarinum og allar neyðugar umvælingar, áðrenn flogfarið fer í flúgving aftur, skrivar United Airlines, og leggur afturat at kannað verður hvussu hetta kundi henda, sambært NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo