Næsta leygardag er boðað frá stórari demonstrasjón móti hópturismu á øllum teimum stóru Kanariuoyggjunum - Gran Canaria, Tenerifa, Lanzarota, Fuerteventura og La Palma - undir hashtag #CanariasTieneUnLímite («Kanariuoyggjarnar hava eitt mark») og #Canarias Colapso («Kollaps á Kanariuoyggjunum»).
Bretland er eitt av londunum sum sendir flest ferðafólk til Kanariuoyggjarnar, og fráboðaða demstrasjónin hevur fingið nógva umtalu í tabloidmiðlum sum Daily Mirror, The Sun og Daily Mail.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo