Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Einføld er kenslan, tá ið talað verður um forbøn. Hildið verður, at hetta er fyri barnsligar sálir. Onkuntíð er spurningurin settur, um vit ikki eru komin longur fram á leið í einum samfelag við vitan og tøkni.

Átrúnaðurin vellir ikki fram úr tvørrandi vitan. Ei heldur er talan um eina vísindaliga verkætlan. Hin kristna trúgvin er ein hurð inn í tilveruna. Hon er ein gluggi út í nærumhvørvið og altjóðasamfelagið.

Lærd fólk tala um eina andaliga dimensión.

Tilveran er margfald og størri enn sál og likam. Menniskjan fatar tilveruna út frá einum andaligum sjónarhorni, ið ikki er ítøkiligt, t. d. kenslurnar. Andin nemur bæði sálina og likamið.

Tey sálarligu og likamligu umráðini mega als ikki undirmetast. Tó, tað er tann andaliga fatanin av støðuni, ið er avgerandi fyri, um vit trívast ella sættast við støðuna. Nøkur menniskju eru likamliga frísk, men tey kenna seg ikki væl. Onnur eru verri fyri likamliga, men tey kenna løtuna virðismikla og lívið dýrabart.

Forbønin er ein lykil til hjálpsemi og økta menniskjaliga tilvitan. Forbønin í Jesu navni ber tann biðjandi gjøgnum lívið. Forbønin linnar støðu teirra, ið eru sperd til likams ella sálar.

Forbønin í Jesu navni er frelsarans hjávera. Har tvey og trý eru komin saman í Jesu navni, skapar bønin onkursvegna eina himmalska sælu, hóast dagligar avbjóðingar.

Dvølji við vøkur minni. Allar tær mongu løturnar á knøum í bøn og forbøn. Heilagar løtur í andans fjálgu hjáveru. Missiónshúsini í mínum heimliga umhvørvi og løturnar í Gamla Meinigheitshúsinum á Vaglinum í Havn. Vit nevna tey missiónsfólk. Í mínum málburði er talan um eitt heiðursnavn.

Hóast ófullkomin áttu tey nakað, ið hevði størri virði enn gull og skreyt. Tey áttu gleðina í trúnni á Jesus Krist og bóru ein sælan frið til onnur menniskju. Tey góvu mær lut í tí størsta, at nema friðin hin æviga longu í tí tímiliga. Friðin í trúnni á Jesus Krist sum Harra og frelsara.

Árini gingu. Við árunum kom ábyrgdin fyri kirkju og missión. Tey seinnu árini gjørdist formliga ábyrgdin kirkjan. Tað hevur við hjálp frá Guði og menniskjum gingið rímiliga væl, hóast løtur vóru, ið kendust tyngri enn hugans styrki.

Fyri trimum árum síðan var kirkjuliga støðan ógreið. Tað var avbjóðandi at standa til róðurs. Óteljandi meiningar um kósina. Tað kendist sum um, at fá vóru væl nøgd við áralagið og stevnuna, ið sett var. Møguliga var kenslan ikki í tráð við veruleikan, men kenslurnar eru rættiliga avgerandi fyri, hvussu vit trívast og hava tað.

Tað fakliga yrkið er eitt. Tað píndi sváran, tá ið ein av okkara yngru fekk álvarsligar sálarligar avbjóðingar. Tað er tað torførasta henda kann, at sjúka rakar tey, ið vit eru góð við, og vit standa hjálparleys.

Í støðuni sá eg lagnuna hjá mínum egna fólki. Sóknarbørn og fólk á leiðini hava borið byrðar, meðan vit vóru áskoðarar til teirra krevjandi verk at vera um og linna. Tó, byrðan borin í kærleika kennist lættari. Kærleikin fer av heilum huga inn í gerningin.

Møðin gjørdi vart við seg. Við møðini ótti og óvissa. Ófriðurin breiddi seg. Hjáárini vóru sjónlig í medferð og handfaring av tænastum og fólki.

Brádliga ringdi telefonin, og ein maður bað um eina vitjan. Løtan varð ásett uttan dagsskrá, tí talan var um eina vitjan. Var eitt sindur sperdur og helt, at tíðin varð betur nýtt, um samtalan var um eitthvørt ítøkiligt.

Kendi tann vitjandi frá yngri árum. Ein virkin Harrans tænari við serligum náðigávum. Tann vitjandi fór beinleiðis til sakina og spurdi, hvussu tað gekst, hvussu støðan var.

Kortini vórðu løgd á borðið. Hann lurtaði við andakt. Niðurstøðan kom heilt óvæntað sum ein spurningur.Kann eg biðja eina bøn?

So bað hesin vitjandi eina bøn og fór í forbøn fyri tí, ið varð umtalað. Vakurt, rørandi og talandi. Rúmið broyttist og fekk dám av einum halgidómi.

Hann takkaði fyri, at tað var møguligt at vitja biskupin. Eins stillisliga og komið varð á gátt, eins stillisliga fór gesturin avstað.

Søgan gerst ikki minni áhugaverd tveir dagar seinni. Tá kemur ein annar maður á gátt uttan fráboðan.

Ein vælkendur listamaður, eitt annað slag av prædikumanni við somu ætlan. Eitt stutt prát og so beinleiðis til setningin: Kann eg biðja eina bøn?

Bønin snúði seg um vælveruna hjá okkum í tí heimliga. At Harrans einglar máttu halda hond sína yvir okkum, ið vóru frísk og teimum av okkara og alra, ið høvdu sálarligar avbjóðingar.

Vitjanin var stutt eins og tann fyrra, men samlaða úrslitið av báðum vitjanunum var ikki smávegis.

Friðurin kom og tók bústað á skrivstovuni og í hjørtum várum.

Latum okkum bera hvør annan fram fyri Harran í bøn. Forbønin í Jesu navni er hjávera frelsarans. Amen.
Orðið: “Biðið uttan íhald.” (Fyrra Tessalónikubrævið 5,17).

Jógvan Fríðrikson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo