Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Nú sjúkan bluetongue disease er staðfest í Danmark, hava fleiri fyrispurningar verið um hendan sjúkan kann koma til Føroya.

Sannlíkindini fyri, at sjúkan skal gera um seg í Føroyum eru sera smá.

Bluetongue disease smittar fyrst og fremst við ávísum smáum mýggjabitum, culicoides, sum skulu koma allan vegin úr smittaðum øki til Føroya fyri at bera smittuna við sær. Afturat tí, at tað er lítið sannlíkt, at hesir smittaðu mýggjabitar koma so langa leið yvir hav, er smitta á henda hátt mest sannlík tá tað er heitt í luftini, meira enn 15ºC.

Seinastu 15 árini hava vit als ikki loyvt innflutningi av livandi kleyvdjórum, hetta forðar fyri, at t.d. neyt fongd við bluetongue disease koma til Føroya, og at føroyskir mýggjabitar síðani taka sjúkuna víðari í landinum.

Bluetongue disease virus er eisini at finna í sáð hjá sjúkum djórum. Innflutningur av sáð er í kunngerð álagdur treytir, sum best møguligt tryggjar móti bluetongue disease og øðrum sjúkum.

Um so er, at seyður, neyt ella geitir hava sjúkutekin, sum minna um bluetongue disease ella aðrar álvarsligar sjúkur, eigur ein at venda sær til praktiserandi djóralækna, sum tekur støðu til, hvørt tað er orsøk til at fráboða landsdjóralæknanum um sjúkuna.

Vanligu sjúkutekinini eru fepur, og serliga seyður hovnar um nøs og munn og tað rennur úr eygum, nøs og munni. Tungan kann hovna og gerast blá. Seyður er rættiliga viðbrekin fyri bluetongue disease, kastar ofta burtur og kann doyggja av sjúkuni.

Sjúkan smittar einans ávís jóturdýr og mýggjabitar og er ikki vandamikil fyri fólk.

Meira um Bletongue Disease:

TRÝST HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo