Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hvussu verður úrslitið, tá 11 viðurkendir, norðurlendskir sniðgevar skulu framleiða nýmótans klædnasnið úr eitt nú tara, kópi og fiski?

Svarið fáa vit í Østrøm í døgunum 23.-27. august, tá sniðgevar fara at kappast um at skapa tað besta og mest spennandi haute couture úr nevndu rávørum. Og tú sleppur at síggja alla tilgongdina.

Blue Fashion Challenge byggir á tankan um at finna nýskapandi og burðardyggar rávørur til mótaheimin. Átakið skal birta undir at lyfta ídnaðin inn í eitt nýtt tíðarskeið, har tilfeingið og ídnaður, skulu verða í javnvág við náttúruna.

Verkætlanin fevnir um eina kapping millum 11 kendar sniðgevar, ið skulu skapa nýggjar og spennandi mótavørur úr hesum "alternativu" rávørunum.

Søguliga sæð, eru summar av rávørunum ikki so ókendar, men tá ræður um tara og skræðu, er talan um rávørur, ið eru í einari spennandi meningartilgongd. Júst her er hvassi broddurin av nýhugsan og tað er her, at sniðgevarnir sleppa at geva sítt íkast til framtíðarinnar mótaídnað.

3 teir fyrstu dagarnar fara sniðgevarnir at arbeiða við sínum verkum og hæddarpunktið verður ein mótaframsýning, har verkini verða sýnd fram við professionellum modellum. Mótaframsýningin verður niðri í Østrøm leygardagin 26. august um kvøldið.

Teir 11 luttakandi sniðgevarnir eru:

Kolbrún Ýr Gunnarsdóttir og Milla Snorrason úr Íslandi, Louise Lynge Hansen úr Grønlandi, Lizette S. Karrento úr Álandi, Marianne Mørck og Iben Bergstrøm úr Noregi, Helena Manner úr Finlandi, Freya Dalsjø úr Danmark, og tær tríggjar føroysku eru  Sissal K. Kristiansen, Lissi B. Andreassen og Frida Poulsen.

Í dómsnevndini til Blue Fashion Challenge sita:

Tommy Ton, fotografur er formaður
Sarah Ditty, Fashion Revolution
Suzi Christoffersen, Danish Fashion Institute
Halla Helgadóttir, Icelandic Fashion Center.

Virðisløn verður latin til nummar eitt og nummar tvey í kappingini. Vinningurin er 50.000 krónur til nummar eitt og 25.000 til nummar tvey.

Heimskendi fotografurin Tommy Ton skal taka myndir av modellunum tá ið kappingin verður liðug. Um viðrar er ætlnin at taka myndirnar úti. Tað ber illa til at tosa um fiskivinnu uttan eisini at nevna Klaksvík, tí verða flestu myndirnar tiknar í maritima umhvørvinum í Klaksvík. Hetta verður sunnudagin 27. august.

NORA – Norrønt Atlantssamstarv, skipar saman við Fiskimálaráðnum og Norðulendska Ráðharraráðnum fyri Blue Fashion Challenge.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo