Bensinprísirnir í Noreg eru ikki bara teir hægstu í Europa. Teir eru næsthægst í heiminum, eftir prísirnar í Hongkong, skriver tíðindastovan Bloomberg.
Bloomberg skrivar at prísurin fyri ein litur blýfrítt bensin við oktantali 95 var 27 norskar krónur ( 19,11 danskar krónur ) í dag.
– Amerikanskir bilførarar gremja seg tá bensinprísurin er 5 dollarar fyri 1 gallon – men hugsa so um bilførararnar í oljuríka Noreg, har prísurin er yvir 10, skrivar Bloomberg sambært VG.
Sambært heimasíðuni hjá Magn er tann føroyski bensinprísurin í løtuni 15,48.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo