Tann 34 ára gamli fitnessinfluensarin Dmitrij Stuzjuk doyði í gjár av koronavirusinum, skrivar russiska tíðindastovan Ria Novosti.
Fyrrverandi kona hansara váttar tað eisini á Instagram.
Stuzjuk var ein av kendastu og mest vælumtóktu influensarunum, og við russiska móðurmáli sínum so náddi hann langt útum Ukraina.
Tann 34 ára gamli influensarin hevur fleiri ferðir skrivað at umfarssóttin finst ikki, og heldur ikki nakað koronavirus, skrivar norska Dagbladet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo