Seinnapartin í dag varð skipað fyri almennari móttøku í sambandi við, at tað eru liðin 50 ár síðani eldsálir settu Føroya Blindafelag á stovn.
Væl av fólki var savnað á Sjóndeplinum á Íslandsvegur 10a, har bæði talur og tónleikur vóru á skránni.
Í sambandi við føðingardagin hevur felagið skift navn frá Føroya Blindafelag til Blindafelagið og tey hava eisini fingið nýtt búmerkið, ið er ein stari við slagorðinum "ikki missa flogið".
Eisini luttók Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum og bar hon fram røðu fyri Blindafelagið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo