Viðgerðarstovnurin tekur samanum lýsingarátakið, “Tor at seta orð á”, við evnisdegi í Smæruni, 12. novembur kl. 13-16.
Mánadagin 13. septembur fór átakið, ”Tor at seta orð á”, av bakkastokki. Við átakinum ynskti Blákrossheimið at seta gongd í orðaskifti um rús, bæði í nærsambondum og í samfelagnum.
Síðani tá hevur nógv virksemi verið. Raclip framleiddi tvey filmsbrot og stóð annars fyri samskipanini av lýsingarátakinum. Búmerkið og boðskapurin hava verið at sæð á lýsingarskermum kring landið og á portalunum. Á sosialu miðlunum er boðskapurin eisini komin víða: Í Føroyum eru umleið 39.000 Facebook brúkarar. Samanlagt er átakið komið út til 38.747 ymiskar brúkarar á Facebook. 19.000 fólk hava vitjað heimasíðuna. 7.700 hava tikið rúsroyndina á heimasíðuni, har brúkarin kann fáa at vita meir um sína egnu rúsnýtslu.
Nú lýsingarátakið er um at vera liðugt, skipar Blákrossheimið fyri samanumtakandi evnisdegi. Framløgur, samrøða og sangur verða á skránni, umframt kaffi við onkrum søtum afturvið.
Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin og formaður í fíggjarnevndini, setur dagin. Jógvan Joensen, sangari og avvarðandi, fer at framføra. Leivur á Lakjuni, sálarviðgerði, fer at hava samtalu við Jóhan Eli Poulsen, sum hevur verið í viðgerð á Blákrossheiminum. Súsanna Skaale, sálarfrøðingur í Tínum rúmi, fer at tosa um skommina, sum ofta er knýtt at rúsnýtsluórógv. Og Arni Zachariassen, rúsviðgerði, fer at hagfrøðiliga at taka samanum “Tor at seta orð á”.
Tiltakið er alment og ókeypis, men tey, sum ynskja at vera við, mugu melda seg til á: www.blakrossheimid.fo/tor
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo