Klaksvíkar kommuna: Eitt afturvendandi tiltak hjá Blákolluni í Klaksvík hevur verið at lata stuðul til Team Rynkeby í samband við fráferðina hjá rynkunum til París.
Tey seinastu árini hava børn úr dagstovninum mála málningar, sum síðani hava verið latnir til eina uppboðssølu til frama fyri endamálið hjá Team Rynkeby.
Uppusølan, sum aftur í ár var partur av fráfaringarløtuni, varð væl móttikin. 4611 kr. komu inn fyri sølu av málningunum hjá børnunum, sum sjálvsagt vóru sera errin, tá ið tey eftir tiltakið kundu fara í bankan við pengunum.
Í Blákolluni siga tey, ay bæði børn og foreldur taka væl undir við hesum átakinum. Børnini eru sera ágrýtin, og tey bíða spent eftir degnum, tá ið málningarnir verða sýndir fram í Virkishúsinum Smæran. Tilgongdin gevur eisini høvi til at umrøða góða endamálið og gleðina við at gera okkurt, sum er munagott fyri onnur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo