BirkBlogg: Um vikuskiftið las eg føroysk minningarorð um svenska Jan Myrdal, sum andaðist 93 ára gamal hin 30. oktober. Hann, ið skrivaði minningarorðini var Jóanes Nielsen, sum eg avmyndaði í Göteborg í 2012, og miðilin at publisera minningarorðini var Facebook.
Umframt at lesa minningarorðini um svenska blaðmannin, rithøvundan og kontroversiella viðmerkjaran ytst á vinstravonginum, hefti eg meg við henda innskotna setning hjá greinahøvundanum:
”Sjálvur hevði Myrdal fastan teig á næstaftastu síðu sum hann nevndi “Skriftställing“, og skuldi onkur lesari kanska hildið, at tað liggur væl fyri hjá Jóanes Nielsen at skriva greinar, so er ein orsøkin, at eg royndi at taka við læru av hansara stíli.”
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo