BirkBloggur: Í seinastuni havi eg varnast ølbryggj, sum poppar upp, har tú minst væntaði tað. Ja, tað er sum ein ítøkiligjørd forðarenning, Hindernislauf í Bayern ella steeplechase fyri ølkuskar á bretskum rossum í hoyna, skalt tú smakka alt.
Fyrst var tað í Gásadali, har tey brúka vatn úr Múlafossi at gera samnevnda ølið, ið er írsktreytt, Biskupskelda sunnan úr Vági, sum eg ikki havi smakkað enn, og so Kumlum, sum tey við støði í lokala strandanavninum selja á Strondum, og nú ætla at foredla við vatni úr Sálarbótará.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo