Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmansskrivstovan: Løgmaður, Aksel V. Johannesen, hevur í dag, eftir tilmæli frá setanarbólkinum, sett Bjørgfríð Ludvig í starv sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum.

Starvið var lýst leyst í september, og sjey umsóknir vóru til starvið.

Bjørgfríð Ludvig er 57 ára gomul, útbúgving cand.scient.adm, umframt at hon er í gongd við eina master í leiðslu og skipan frá Setrinum. Hon hevur sera drúgvar leiðsluroyndir, eitt nú sum aðalstjóri í Vinnumálaráðnum (2012-2016), og kommunustjóri í Tórshavnar Kommunu (2016-2023). Síðani 1. Januar 2024 hevur hon verið fyribilssettur aðalstjóri í Heilsumálaráðnum. Bjørgfríð Ludvig tekur við starvinum beinanvegin. 

Stutt um aðalstjórastarvið
Aðalstjórin er ovasti ráðgevi hjá landsstýrisfólkinum í avvarðandi ráði og hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av ráðnum. Setanartreytirnar hjá øllum nýsettum aðalstjórum eru endurskoðaðar. Nýggju setanartreytirnar innibera eitt nú, at aðalstjórasetanin er áramálasett til sjey ár. Harafturat eru nýsettu aðalstjórarnir ikki tænastumannasettir, men settir eftir vanligum stjórasáttmála.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo