Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Heðin Mortensen, borgarstjóri, Bjarni Restorff, kórleiðari, og kona Bjarna, Poula Johansen

Heðin Mortensen, borgarstjóri, Bjarni Restorff, kórleiðari, og kona Bjarna, Poula Johansen

Heðin Mortensen, borgarstjóri, Bjarni Restorff, kórleiðari, og kona Bjarna, Poula Johansen

Tórshavnar kommuna: Serliga Gullheiðursmerkið hjá Tórshavnar kommunu kann latast borgara, sum í virki sínum á serligan hátt hevur slóðað fyri og verið góð fyrimynd fyri onnur.

Bjarni Restorff, sum var við til at stovna Tórshavnar Manskór og hevur stjórnað kórinum á óteljandi framførslum síðani, varð leygarkvøldið heiðraður fyri drúgvt og slóðbrótandi íkast til tónleika- og mentanarlívið í Havn.

Eftir konsertina í Norðurlandahúsinum við Orhei Drängar og Tórshavnar Manskóri handaði Heðin Mortensen, borgarstjóri, Bjarna Restorff serliga Gullheiðursmerkið Tórshavnar býráðs.

Í grundgevingini, sum nevndin, ið innstillar borgarar til hendan serliga heiður, hevur skrivað, stendur:

"Hoyrir tú Bjarna Restorff nevndan, hugsar tú tónleik. Og tú hugsar Tórshavnar Manskór.

Sum tónleikalærari á Tórshavnar Musikkskúla og kórleiðari í mongum høpum, hevur hann verið eyðsýndur seinastu mongu árini. Bjarni Restorff hevur stjórnað mongum føroyskum kórum, millum annað felagskóri á ólavsøku og kórinum til árligu nýggjárskonsert Føroya Symfoniorkesturs.

Tó man Tórshavnar Manskór – ið hann sjálvur stovnaði miðskeiðis í áttatiárunum – vera hansara lívsverk. Saman við Tórshavnar Manskóri hevur hann, ótroyttiligur, ríkað borgaran í Tórshavnar kommunu við ógloymandi framførslum og verið á uttanlandsferðum og vunnið heiðurslønir.

Sum tónaskald hevur hann skrivað fleiri verk fyri kór og óteljandi útsetingar fyri kór. Eisini hevur hann skrivað tónleik fyri orkestur – sum vit millum annað hoyrdu dømi um fyri fáum vikum síðan, tá hann við støði í tónleikaverki eftir Williami Heinesen hevði lagt til rættis ‘Norsku løvu’ fyri symfoniorkestur.

Fyri eyðmýkt og nærlagni, og fyri drúgt og slóðbrótandi íkast til tónleika- og mentanarlívið í Havn, verður Bjarni Restorff heiðraður við Gullheiðursmerki Tórshavnar býráðs."

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo