Frá slottinum í Sveis fegnast Niklas Nikolajsen um at kursurin á krypto gjaldoyranum Bitcoin enn einaferð nærkast nýggjum metum, hesaferð 100.000 amerikanskum dollarum, sum er tað sama sum einar 700.000 krónur í okkara pengum. Fyri eina bitcoin.
Sjálvur keypti hann sínar fyrstu í 2011, tá bitcoin bara kostaði ein brøkpart av einum dollara. Hann keypti fyri 500 dollarar.
- Eg havi sett nógv met, sum eg havi feirað, sum árini hava gingið. Fyrst tá bitcoin var vert 1 dollara, síðani 2, so 10 so 10.000 og skjótt verður tað 100.000 dollarar, sigur 49 ára gamli danin, sum er langabbasonur J.F. Kjølbro í Klaksvík, og eitt skifti sum ungur eisini búði í Føroyum, við danska miðilin Euroinvestor.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo