Boðað hevur verið frá nógvum kulda í dag, og nú kann av álvara sigast, at kuldin er her. Onkunstaðni er niður í minus 8 stig í skrivandi løtu, og tað er ikki óhugsandi, at tað verður enn kaldari.
Sambært yvirlitinum hjá Landsverki so er kuldin komin niður í minus 8 stig í norðaru Eysturoy og í Norðstreymoy. Eisini í Vágum, Suðurstreymoy og syðru helvt av Eystuoynni er kalt, niður í minus 7 stig.
Minsti kuldi er í Sandoynni, har er ímillum 0 og minus 3 stig.
Veðurstovurnar lova kalt veður eisini komandi dagarnar. Tó ikki so kalt sum nú.
DMI sigur ímillum 0 og minus 3 stig í fyrru helvt av vikuni, so verður lýggjari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo