- At skriva lestrar til Vágaportalin hevur verið mær fragd og gleði. Endamálið er einfalt og tvíliðað: At siga eitt orð um Jesus og vera góður við menniskju, skrivar Jógvan Fríðriksson, biskupur, millum annað í fororðinum til nýggju bókina, ið hevur heitið "Fevnandi er frelsari mín".
Hetta er næsta bókin við lestrum, sum biskupur hevur skrivað á VP nú í mong ár. Fyrra bókin nevndist "Kertur loga stillar løtur" og kom út í 2012.
Jógvan Fríðriksson, biskupur, sigur eisini í fororðinum, at tað er áhugavert sum lestrarnir eru lisnir og hava givið afturljóð.
- Virðingin fyri lesaranum er stór og endurspeglast í ávísari eyðmýkt yvir fyri uppgávuni.
Bókin "Fevnandi er frelsari mín" verður givin út av Forlagnum VP. Bókin er farin til prentingar og telur 172 blaðsíður í stívari permu.
Permumyndina eigur Jógvan Helgi Hansen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo