Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Birna uttanfyri hotellið, Hotel République.

Eitt av teimum 22 hugnaligu kømrunum á hotellinum hjá Birnu.

Birna uttanfyri hotellið, Hotel République.

Eitt av teimum 22 hugnaligu kømrunum á hotellinum hjá Birnu.

Skalt tú til Fraklands at ferðast, og gongur leiðin til kenda vínøkið Bourgogne, er ikki óhugsandi at tú leggur leiðina framvið høvuðsbýnum Dijon, sum her um okkara leiðir kanska er best kendur fyri sinnopin. Ætlar tú at gista í Dijon, so eigur tú at umhugsa at fara til Hotel Republique, sum Birna Dahl Jacobsen úr Vestmanna rekur saman við manninum Ferouz.

Hugnaliga hotellið liggur miðskeiðis í býnum, og tað er lætt at koma frá jarnbreytarstøðini í býnum við sporvogninum sum koyrir nærum til dyrnar.

- Hetta er stuttligt men viðvhørt eisini strævið tá nógv er at gera, sigur Birna, sum hevur búð í Fraklandi í 6 ár.

Hon og maðurin skiftast um at vera á vakt um náttina, men tey hava fólk afturat sær at gera reint.

Gistingarhúsið hevur 22 kømur, sum øll eru ymisk og hava sín sermerkta og hugnaliga dám.

- Her hava verið fleiri føroyingar og gist ígjøgnum árini. Tað er so hugaligt at fáa gestir úr Føroyum, sigur Birna.

Tað var stríggið at reka hotellið tá korona herjaði, tí tá vóru at kalla ongir gestir. Men í Fraklandi, eins og í Føroyum, lat stjórnin stuðul til fyritøkur, sum blivu illa fyri av farsóttini, og tað gjørdi stóran mun.

- Her eru hugnaligir útimarknaðir um vikuskiftini nærhendis hjá okkum, tað ber eisini til at vitja har sum tey gera tiltikna sinnopin og har kanst tú eisini gera tín egna sinnop. Og ikki minst ber til at vitja víngarðarnar, sum eru í Bourgogne, sum er eitt tað best umtøkta vínøkið í Fraklandi, sigur Birna.

Hotellið hjá Birnu er opið alt árið. Men um jóltíðir plaga tey at steingja og taka sær nakrar vikur frí.

Í ár ætla tey sær til Føroya á jólum - fyrstuferð síðani korona fór at herja.

Heimasíðuna hjá gistingarhúsinum hjá Birnu finnur tú her

Birna uttanfyri hotellið, Hotel République.

Eitt av teimum 22 hugnaligu kømrunum á hotellinum hjá Birnu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo