Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókin „Hvør ber sína byrðu“ við 30 løttum stuttsøgum eftir Birnu Breckmann er júst útkomin og fæst í bókabúðunum kring landið hesa vikuna.

Søguevnini í bókini lýsa ymsar síður av mannalyndinum, og vit kenna okkum aftur í fleiri løgnum mannalagnum, sum høvundurin roynir at lýsa í bókini.

Tíðin rennur, siðir skifta, og okkara hugburður broytist. Tað sýnist so stutt síðan, at tey, sum vit hildu vera øðrvísi á ymsan hátt enn fjøldin, høvdu serstøðu ímillum okkara.

Vit vóru líka góð við hvønn annan tá sum nú, og hóast mørk og skilnað millum serskøltar og fjøldina komu vit hvør øðrum meiri við enn nú.

Samfelagið var jú minni og trengri, og vit livdu tættari upp at hvør øðrum.

„Originalarnir“ ella „hini“, sum livdu ímillum okkara, høvdu tað ikki altíð lætt og sluppu ikki altíð at bera seg at, sum teimum lysti uttan at verða happað og eyknevnd…

Fjøldin av okkum „vanligu“ royndi at tryggja mørkini ímillum tey „løgnu“ og okkum…

Tey, sum líktust burturúr, og teirra avvarandi høvdu bert seg sjálvan at leita sær hjálp og stuðul frá. Tey høvdu alla ábyrgd av sínum egnu, sum vóru øðrvísi.

Vit eiga at gera okkum greitt, at vit eru somu skapningar í dag sum fyri tveimum og trimum ættarliðum síðan.

Hóast lívskorini hjá øllum eru nógv batnað hesi seinastu áratíggjuni, sleppur eingin av okkum undan mótburði í stríðnum við okkum sjálvi, tí vit hava uttan undantak løgin lyndis- ella kropseyðkenni í størri ella minni mun.

Hesar 30 stuttsøgurnar, sum øll tilkomin kenna seg aftur í, lýsa, hvussu vit tá uppfataðu okkum sjálvi og hini, og so kunnu vit meta, um vit og okkara umsorgan eru so nógv broytt hesi seinastu ættarliðini.

Bókin „Hvør ber sína byrðu“ fevnir sum sagt um 30 lættlisnar stuttsøgur, hevur stak fitta stødd, er 256 blaðsíður, og kostar bókin bert 150 kr eintakið. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo